Hugleiðingar í samband við at felagið varð stovnað fyri 30 árum síðani.

20.07.2022

Eg fekk staðfest eina hoyrnajúku, sum kallast “Menieres” og í tí sambandinum leitaði eg mær eftir einum felagi, har eg kundi fáa loyvi at tosa við onnur í somu støðu.

Eg fann einki felag í Føroyum og vendi mær tí til Danmarkar, har eg fekk góða hjálp. Danmark vildi taka tað upp í tí norrøna samstarvinum, sum tey høvdu, og at upplýsa, at vit einki felag høvdu í Føroyum.

Tey norrønu feløgini avgjørdu sostatt, at næsti fundur teirra skuldi vera í Føroyum, og at tey vildu vera okkum til hjálpar við at stovna eitt felag fyri ymiskar sjúkur innan hoyrn.

Í Føroyum fingu vit í hesum sambandi góða hjálp frá táverandi MBF.

Dagurin kom, tá ið allir teir norrønu gestirnir skuldu koma til Føroyar og vit høvdu fingið Skúlan á Trøðni (sernámsdepilin) til láns og flaggið varð síðani vundið á stong. Men so vísti veðrið seg ikki vera til vildar, nógvur mjørki og flaggið var tikið niður aftur. Góðan tíma seinni vísti tað seg, at nú var veðrið betri, tvs at mjørkin var lættur eitt sindur og vit at fáa flaggið upp aftur, áðrenn okkara gestir komu.

Við hjálp frá MBF vóru vit nøkur, sum høvdu funnið saman, tað vóru t.d. Jákup Danielsen, Martin Mouritsen, Nicolina Dahl, Marjun Hansen og eg, ið vóru avvarðandi og høvdu ymisk hoyribrek og vit vóru boðin til fundin hjá okkara norrønu gestum, og hetta var fyrstu ferð, at eg fann út av, hvussu strævið tað var at hava eina vánaliga hoyrn og at skula lurta eftir ymiskum innsløgum á ymiskum norrønum málum.

Til tann fundin tann dagin, sovnaðu bæði eg og Marjun eina løtu. Men líka mikið, vit fingu síðani stovnað eitt felag, sum nú fyllir 30 ár.

Eingin av okkum vóru kend við felagsarbeiði, so vit royndu sum best at finna stevið tey fyrstu árini. Vit bjóðaðu okkara gestum og øðrum til ein góðan bita í Kirkjubø, og eisini her kundi eg staðfesta, at tað var ikki lætt at vera hoyribrekaður, ella at vera saman við fólkum, sum høvdu eitt hoyribrek.

Tað var millum annað ein gangur uttan líka, tá øll hesi fólkini skuldu tosa saman, tað var nóg ringt at tosa saman við mínum síðumanni, og júst hetta fann eg út av, at teska saman var eingin møguleiki, tí eg var júst um sama mundið skild, og onkur spurdi meg, um eg var gift og hevði familju, og aftan at hava roynt at teska nakrar ferðir, at eg júst var skild, mátti eg siga tað nokk so hart og teir føroyingar, sum vóru til staðar, vórðu sera bilsnir, tí hetta vóru nýggj tíðindi. Soleiðis havi eg nøkur minnir um ta tíðina, tá okkara felag varð stovnað.

Eg fekk eisini ymiskan lærdóm um at hava hoyribrek, t.d at eg gjørdist nógv meira troytt, tá eg skuldi kýta meg at lurta og eisini hetta at teska var eingin møguleiki.

Í dag 30 ár seinni kann eg fegnast um, at vit hava sera gott samband bæði við MBF, núverandi Megd og eisini eitt gott og gevandi samstarv við tey norrønum feløgini innanfyri hoyrn og allar mest kann eg fegnast um, hvussu gott tað er at vera saman við limum felagsins og á tann hátt kunna práta saman, har ið allir partar skilja hvønn annan.