28 okt
Hoyr vitjar í Miðvági

Hoyr vitjar kring landið við spennandi skrá, og fyrsta tiltakið verður mikudagin 28. oktober 2026 á Gamla Hotellinum í Miðvági.

  • Jensia Brodersen greiðir frá verkætlanini „Títtleikin av tinnitus á føroyska arbeiðsmarknaðinum".
  • Miriam Hentze Johannesen og Lív Ingdorsdóttir, audiologopedar á Almannaverkinum, greiða frá sínum arbeiði við at hjálpa borgarum við samskiftisavbjóðingum.
  • Tróndur Enni sigur sína persónligu søgu um tinnitus og fer eisini at spæla nøkur løg fyri okkum.

Skráin fyri kvøldið

Kl. 19.00 Vælkomin
Kl. 19.10 Jensia Brodersen leggur fram verkætlanina um tinnitus
Kl. 19.40 Kaffisteðgur
Kl. 20.00 Audiologopedar frá Almannaverkinum greiða frá sínum arbeiði
Kl. 20.20 Steðgur
Kl. 20.30 Tróndur Enni sigur sína persónligu søgu um tinnitus og spælir nøkur løg
Kl. 21.00 Kvøldið endar

NB! Skrivitulkur verður við hetta kvøldið

Øll eru hjartaliga vælkomin