Um okkum
HOYR er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn, avvarandi og onnur áhugað í Føroyum.
Felagið varpar ljós á tær avbjóðingar, ið fólk hava, til tess at bøta um tær.
Felagið arbeiðir fyri, at umstøðurnar skulu vera so góðar sum gjørligt.
Limirnir í nevndini hava ymiskar royndir, í mun til tað at hava niðursetta hoyrn. Vit svara fegin spurningum hesum viðvíkjandi.
Felagið skipar fyri árligum aðalfundi, evnisdøgum og samstarvar við hoyrifeløg í hinum norðurlondunum.