Vitan um

CI - Cochlear Implant

CI- ella Cochlear Implant er eitt framkomið hoyritól, ið gevur deyvum ella teimum, við sterkt niðursettari hoyrn, møguleika at hoyra ljóð. Eitt CI er sett saman av einum uttara og einum innara parti. Vanliga verður Cochlear Implant kallað CI.

Tann uttari parturin er settur saman av:

  • einari mikrofon
  • einum lítlum gerli (taluprosessara)
  • einum sendara

Tá ið mikrofonin tekur ímóti ljóðinum, ger gerilin tað til talgild tekn, ið verða flutt til sendaran. Ljóðið verður so sent víðari gjøgnum sendaran til tann innara partin.

Tann innari parturin er settur saman av:

  • einum móttakara, ið er lagdur undir húðina aftanfyri oyrað
  • einari elektrodu, sum er opererað inn í oyrnatøppin

Gjøgnum elektroduna í oyrnatøppinum verða innstøkk (impuls) send til hoyrinervina, sum verða tulkað sum ljóð í hoyrisentrinum í heilanum.

Sendarin verður lagdur aftanfyri oyrað, beint har sum móttakarin er lagdur undir húðina. Sendari og móttakari eru festir saman við einum lítlum magneti, sum so senda signalini tráðleyst gjøgnum húðina.

 

Kelda: hoerelsen.dk

 

Niðursett hoyrn

Hvør fær niðursetta hoyrn?

Tá ið hoyrnin byrjar at versna, so mann hevur ringt við at fylgja við í einari samrøðu, hevur mann lindi til at halda, at fólk rundan um ein, eru farin at mutla.

Veruleikin kann vera tann, at mann hevur fingið niðursetta hoyrn.

Men hvør fær niðursetta hoyrn?

Mangan halda vit, at tað eru eldri fólk, ið fáa niðursetta hoyrn. Hetta er ikki rætt, tí hetta rakar allar aldursbólkar.

Tá mann missir hoyrnina líðandi, kann tað taka ár áðrenn mann veit, at mann hevur niðursetta hoyrn.

Niðursett hoyrn er nakað, ið nógv hava.

Umleið 6. hvør íbúgvi hevur okkurt stig av niðursettari hoyrn ( Høreforeningen). 

Hvussu kann mann vita, at mann hevur niðursetta hoyrn?

Mangan eru tað fólk, ið vit eru nógv saman við, ið fyrst leggja merki til, at vit ikki hoyra nóg væl.

Spyr teg sjálvan:

  • Nikkar tú ofta samdur til nakað, tú í veruleikanum ikki hoyrdi?
  • Heldur tú tað er løgið, sum øll knappliga eru farin at mutla, í staðin fyri at tosa klárt?
  • Noyðist tú at spyrja uppaftur?
  • Noyðist tú at skrúva sjónvarp og útvarp harðari frá?

Um tú kennir teg aftur í onkrum av hesum, hevur tú møguliga fingið niðursetta hoyrn, og eigur at lata teg kanna fyri hetta hjá lækna/oyrnalækna.

 

Kelda: hoerelsen.dk

Ljóðovurviðkvæmi

Nógv fólk, ið hava niðursetta hoyrn, líða eisini av ljóðovurviðkvæmi.

Hvat er ljóðovurviðkvæmi og hvør er upprunin til tað?

Ljóðovurviðkvæmi verður eisini kallað hyperacusis og er allýst við niðursettum tolsemi mótvegis vanligum ljóði. Ljóðovurviðkvæmi kemur av eini broyting í hvussu heilin miðvíst tillagar ljóð. Tá heilin viðger innkomið ljóð, metir hann um týdningin av ljóðinum og sendir tey ljóð, ið hann heldur vera umráðandi, til tann tilvitaða partin av heilanum. Tey ljóð, ið verða send til tann tilvitaða partin av heilanum, eru tey ljóð, ið vit enda við at hoyra. Hesi ljóð eru antin jalig ella neilig, har tey neiligu ljóðini elva til, at tað limbiska systemið fær virknað, sum so ger, at ein fær eina uppliving av argilsi.

Hvør er avleiðingin av ljóðovurviðkvæmi?

Tá ljóð kennast sum serliga órógvandi, kann tað geva eina uppliving av tyngd í daglidags støðum, serliga tá ein er í stórum bólkum og larmandi umhvørvi. Harafturat og eins og við Tinnitus, kann ljóðovurviðkvæmi hava við sær, at ein hevur torført við at hugsavna seg, verður móður og hevur trupulleikar at sova.

Ljóðovurviðkvæmi kann ein fáa, sjálvt um ein ikki hevur onnur ljóð ella hoyribrek. Men hevur ein niðursetta hoyrn, samstundis sum mann hevur ljóðovurviðkvæmi, verður kraftøkið ávirkað. Kraftøkið er økið frá ljóðið akkurát hoyrist til tað harðasta ljóðið ein megnar. Um ein hevur niðursetta hoyrn, verður kraftøkið minni, og tí skal harðari ljóð til, fyri at skilja tað, samstundis skal ljóðið gerast spakuligari, fyri at tað kann haldast út. Hetta ávirkar nýtsluna av hoyritóli, av tí, at ein ikki uttan víðari kann skrúva ljóðið á hoyritólinum frá, uttan at hetta gevur avbjóðingar við ljóðovurviðkvæmi. Tað minkaða kraftøki hevur við sær, at veiku ljóðini hvørva, og tey hørðu ljóðini ikki eru til at halda út.

 

Kelda: hoerelsen.dk

 

Tinnitus

Um Tinnitus

Tinnitus er ein uppliving av ljóði, ið er avmarkað til oyruni ella meiri spjatt inni í høvdinum. Tað er persónurin við Tinnitus, ið hoyrir ljóðið, og ljóðið kemur ikki uttanífrá.

Nøkur hoyra ljóðið bara í tí eina oyranum, ella at ljóðið er mest í aðrari síðuni. Onnur hoyra ljóðið líka nógv í báðum oyrum, meðan onnur hava eina uppliving av at hoyra nakað meiri óklárt onkrastaðni í høvdinum. Fatanin av hesum ljóðinum, kann vera rættiliga ymisk. 

Nøkur uppliva ljóðið sum sús, onnur sum ringjan ella ringitóni. Fyri onnur, kann ljóðið minna um alt frá tónleiki til maskinlarm-, ídnaðar- og náttúruljóð.

Tinnitus títtleikin

10-20% hava Tinnitus. 1-3% eru so illa fyri av Tinnitus, at tey hava tørv á hjálp, og er hetta
talið vaksandi (Høreforeningen).

Eftir hesum tølum eru tað í Føroyum millum 5.200-10.400, ið hava Tinnitus.

Hvussu byrjar tinnitus?

Tinnitus kann byrja spakuliga yvir dagar ella vikur; møguliga er tað bara í samband við strongd ella tá ein er troyttur. Mann kann somuleiðis fáa tinnitus knappliga, uttan nakra serliga orsøk. Í nøkrum førum kann ein fáa tinnitus av hvøllum ljóði, t.d. spreinging ella hørðum ljóði gjøgnum longri tíð, men mangan veit ein ikki, hvussu mann fær tinnitus.

Ymisk ljóð

Eins og ljóðið kann upplivast ymiskt, kann styrkin skifta nógv. Tí kunnu ymisk fólk hava ymiska uppliving av bæði slag og styrki á ljóðinum. Somuleiðis er tað ymiskt hvussu nógv tinnitus fyllir í gerandisdegnum hjá fólki.

Tað er tíðum samsvar ímillum mátan ein uppfatar sítt ljóð, og mátan ein upplivir vælveru og sín dagligdag. Hetta merkir, at kropslig og sálarlig vælvera, sálarligt yvirskot og sálarfrøðilig sambond, sum arbeiði og sosialt lív hava ávirkan á mátan, ein upplivir ljóðið og hvussu ein verður órógvaður av tí.

 

Kelda: hoerelsen.dk

Menières (Morbus Menière)

Meniéres sjúkan kemur av trupulleikum við stýringini av trýstinum í innara oyranum, sum vísir seg við, at ein verður svimbul, fær vaml og spýr, fær niðursetta hoyrn, tinnitus og kennir trýst í oyranum.

Sjúkan Meniéres rakar oftast bert annað oyra, men kann seinni enda í báðum oyrunum.

Sjúkan rakar serliga fólk í 30-60 ára aldri. Tó er ongin munur á hvussu kvinnur og menn verða  rakt av henni. Orsøkin til Meniéres er enn óviss, men ein samanseting av ílegu og umhvørvi spælir inn. Ein teori er, at gjøgnumstreymingin av blóði í innara oyranum verður skerd, sum so hevur við sær, at ein fær sjúkuna. Nakrir sjúklingar, sum vísa tekin til Meniéres sjúkuna, kunnu hava eina fjalda oyrnasjúku, sum gevur hesi sjúkueyðkenni. Strongd roknast at vera viðvirkandi til, at fólk fáa Meniéres sjúkuna, og eftir at sjúkan er staðfest, kann strongd tí eisini ávirka, at ein fær herðindi.

Tey mest sjónligur sjúkueyðkennini eru:

  • Svimbul herðindi, ella ójavnvág, ið heldur á í minsta lagi 20 minuttir
  • Tinnitus/oyrnasús ella eitt sterkt ljóð í oyranum ella oyrunum
  • Niðursett hoyrn, sum - serliga í byrjanini av sjúkuni - er óstøðug
  • Uppliving av pínu ella trýsti í tí rakta oyranum, ið sæst hjá umleið 80% av miniéressjúklingunum

Onnur sjúkueyðkenni, sum ikki eru partur av sjúkuavgerðini, kunnu vera:

  • Ovurviðkvæmi fyri ljóði
  • Pína í nakkanum
  • Trupulleikar til tíðir við hugsavnan og minninum
  • Av og á trupulleikar við javnvág millum herðindini

At fáa staðfest Meniéres sjúkuna krevur rættiliga nógvar mannagongdir. Hetta hevur við sær kanning av heilivági og kropsliga kanning. Hjá oyrnalækna verður hoyriroynd tikin, og javnvágin verður kannað. Nágreina máting og eyðkenni av niðursettari hoyrn er umráðandi, tá Meniéressjúkan skal staðfestast.

 

Kelda: hoerelsen.dk