Viðtøkur
§ 1
Navn felagsins er “ Hoyr. Heimstaður felagsins er í Tórshavn.
§ 2
Endamálfelagsins er:
- Við fyribyrgjandi tiltøkum í breiðastu merking at arbeiða fyri at varðveita hoyrnina
- At arbeiða fyri at tær dagligu umstøðurnar hjá hoyrbrekaðum vera so góðar sum gjørligt
- At upplýsa samfelagið um trupulleikarnar hjá hoyribrekaðum við atliti til at betra hoyriumstøðurnar
§ 3
Limir kunnu gerast einstaklingar, feløg og stovnar.
§4
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Um lógarbroyting, ella aðalfundur fyrst í árinum, og skal lýsast í miðlunum í seinasta lagi 14 dagar frammanundan, og limirnir fáa skrivliga fráboðan.
Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, og allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum.
Tann fasta dagsskráin til ársaðalfundin er hendan:
1. Val av fundarstjóra
2. Ársfrágreiðing frá nevndini um farna árið
3. Framløga av grannskoðaðum rokniskapi til góðkenningar
4. Innkomin mál og mál frá nevndini
5. Val av nevndarlimum og eykalimi
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Ymiskt
§5
Limir, sum ynskja mál viðgjørd á ársaðalfundinum, skulu senda nevndini skrivliga fráboðan um hetta. Fráboðan skal vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá meirlutin av nevndarlimum ella ¼ av limum felagsins ynskja tað. Eykaaðalfundur verður lýstur eftir somu reglum sum ársaðalfundurin. Heldur ein meirluti av nevndini, at málið, sum eykaaðalfundur skal vera um, er so átrokandi, at óráðiligt er at bíða, kann eykaaðalfundur haldast, tá hann er lýstur í útvarpi Føroya og/ella Sjónvarpi Føroya í seinasta lagi 48 tímar frammanundan.
§6
Felagið verður stjórnað av eini nevnd við fimm limum, sum sjálv velur formann, skrivara og kassameistara sínamillum. Nevndarlimirnir verða valdir fyri eitt tvey ára skeið, soleiðis at annaðhvørt ár standa tveir limir fyri vali, og annaðhvørt ár standa tríggir limir fyri vali.
Nevndin heldur fund, tá hon sjálv vil, ella tá ein nevndarlimur krevur tað. Formaðurin kallar inn til nevndarfund við rímiligari freist. Skrivarin er eisini næstfromaður og virkar sum formaður, tá formanninum berst frá. Fer nevndarlimur frá í ótíð, tekur tiltakslimurin sæti í nevndini fyri hann.
Nevndin er bert viðtøkufør, tá 3 nevndalimir eru á fundi. Allar avgerðir á nevndafundi verða virknar tá 3 limir atkvøða fyri.
Formaður og kassmeistarin saman tekna felagið úteftir. Keyp, og søla og veðseting av fastari ogn og skuldarbinding av felagnum upp um 20.000 kr. krevur aðalfundarsamtykt.
§7
Rokniskaparár felagsins er álmanakkaárið. Kassameistarin letur í seinasta lagi ein mánað undan aðalfundinum grannskoðaranum roknskap til grannskoðan.
§8
Til avtøku av felagnum krevst samtykt á tveimum fylgjandi aðalfundum. Verður felagið avtikið, falla ognir tess til MEGD.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi 11. juli 1992
Við broytingum samtyktum á aðalfundi 28. apríl 1995, 3. desember 2017 og 23. februar 2019