Nýggj forkvinna og n. forkvinna í Hoyr

07.05.2026

Á aðalfundinum í Hoyr, ið var tann 27. mars 2026, vóru Róa Midjord og Mette Gade Jacobsen nývaldar í nevndina.

Á aðalfundinum í Hoyr kom fram, at orsakað av, at Ása Olsen, ið hevur verið forkvinna í Hoyr seinastu árini nú er vald til forkvinnu í MEGD, kemur hon at leggja fra sær sum nevndarlimur í Hoyr.

Hetta merkir, at Ana Patursson nú er blivin partur av nevndini fyri komandi árið, og sær nevndin nú soleiðis út:

Róa Midjord, forkvinna

Mette Gade Jacobsen, n. forkvinna

Ana Patursson, skrivari

Annie Bjørg Petersen, kassameistari

Torkil Hansen, nevndarlimur

Lív Lervig, tiltakslimur

 

Torkil og Lív mangla á myndini