Hoyr vitjar kring landið við spennandi skrá
17.10.2026
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini, sum hesaferð eru í Miðvági, á Drelnesi og í Klaksvík.
- Jensia Brodersen greiðir frá verkætlanini „Títtleikin av tinnitus á føroyska arbeiðsmarknaðinum".
- Miriam Hentze Johannesen og Lív Ingdorsdóttir, audiologopedar á Almannaverkinum, greiða frá sínum arbeiði við at hjálpa borgarum við samskiftisavbjóðingum.
- Tróndur Enni sigur sína persónligu søgu um tinnitus og fer eisini at spæla nøkur løg fyri okkum.
Fyrsta tiltak verður mikudagin 28. oktober 2026 á Gamla Hotellinum í Miðvági.
Næsta tiltak verður týsdagin 3. november 2026 í SALT á Drelnesi.
Triðja tiltak verður mikudagin 11. november 2026 á Bókasavninum í Klaksvík.
Skráin fyri kvøldini:
Kl. 19.00 Vælkomin
Kl. 19.10 Jensia Brodersen leggur fram verkætlanina um tinnitus
Kl. 19.40 Kaffisteðgur
Kl. 20.00 Audiologopedar frá Almannaverkinum greiða frá sínum arbeiði
Kl. 20.20 Steðgur
Kl. 20.30 Tróndur Enni sigur sína persónligu søgu um tinnitus og spælir nøkur løg
Kl. 21.00 Kvøldið endar
Øll eru hjartaliga vælkomin