Netverksbólkar til fólk við Tinnitus

07.06.2022

Um tú hevur Tinnitus og ynskir at koma í ein netverksbólk, ert tú vælkomin at senda eini boð til hoyr@hoyr.fo, sms-boð á tlf 519382 ella skriva í boðklivan her.

Neyðugt er at upplýsa navn og telefon nummar.

Bólkarnir eru fyri limir í Hoyr, og við at tekna teg sum lim, stuðlar tú arbeiðinum hjá felagnum í teirra virki fyri at betra um umstøðurnar hjá fólki, ið hava eitt hvørt hoyribrek.

Á okkara heimasíðu hoyr.fo, er tað skjótt at tekna seg sum lim í felagnum. Tað kostar 210 kr. árliga at vera limur í Hoyr.