Felagið HOYR 30 ár, grein, ið Nicolina Dahl hevur skrivað.

08.07.2022

Tað var á várið 1992, at lýsing frá Meginfelag teirra brekaðu var at síggja í bløðunum um, at føroyingar við hoyribreki kundu koma við til eina ráðstevnu, sum norðurlendska samstarvsnevndin NHS (Nordiska hörselsskadades samarbetskommité) fór at halda í Havn fyrst í juli 1992.

Eg var júst flutt aftur til Føroya eftir lestrarár í Keypmannahavn og hevði fingið mítt fyrsta hoyritól. Aftaná tað gekk eg ein vetur á skeið á Hoyriinstituttinum í Keypmannahavn og upplivdi eitt sera gevandi umhvørvi har. Tí var eg áhugað í at hitta onnur fólk í somu støðu og vendi mær til MBF, sum stóð fyri innbjóðingini.

Ráðstevna 1992 Ráðstevnan varð sett á Skúlanum á Trøðni nakað seinkað, tí at floglíkindini vóru ikki til vildar. Men tað gav okkum føroyingum, sum komin vóru, høvi til at hittast og læra hvønn annan at kenna, áðrenn tey norðurlendsku fólkini komu.

Tá var hoyriklinikkin á skúlanum á Trøðni og Bergur Andreassen var tann, sum øll við hoyritóli fingu samband við. Bergur, Ólavur Højgaard og Hanna Lisberg vóru við til at skipa fyri fundinum. Eg minnist, at oyrnalæknin Petur Ellefsen og kona hansara Jórun bæði tóku lut. Harumframt vóru Jákup Danielsen, Carita Bjørklund, Marjun Hansen, Martin Mouritsen og onnur. Forkvinna í MBF tá var Margretha Næss og skrivarin Karin Margretha Joensen Næs og tær høvdu havt samstarvið við útlendsku gestirnar og samskipaðu stevnuna.

Ráðstevnan var fyri okkum øll eitt upplivilsi, og vit sóu klárt, hvussu afturúrsigldar umstøðurnar hjá hoyribrekaðum í Føroyum vóru. Meg minnist, at Petur Ellefsen segði, at skuldu vit samanbera okkum við onnur lond, áttu tríggir oyrnalæknar eftir fólkatalinum at arbeitt her, men hann var einsamallur um alt. Eingin útbúgvin audiologiassistentur var í landinum. Bergur Andreassen, sum arbeiddi við hesum, var útbúgvin verkfrøðingur.

Á fundinum vóru útlendskir skrivitulkar – tað hevði ongin okkara fyrr sæð. Tað var heilt fantastiskt at uppliva. Eg fekk samband við tann svenska skrivitulkin Barbro Carlsson – hon skrivitulkaði, og tulkaði bæði teknmál og MHS, ið er eitt slag av tekn til talu, sum tey brúktu fyrr í tíðini. Eg fekk eitt bræv frá henni úr Gøteborg nú um dagarnar, so har spurdist varandi vinalag burturúr.

Stovnandi aðalfundur Leygardagin 11/7-1992 var stovnandi aðalfundur. Eitt sindur av fólki var komið saman, umframt okkum, sum vóru við á ráðstevnuni, minnist meg Torkil Hansen og hjúnini Jórun og Terja Johannesen. Svenski formaðurin í NHS Lennart Bladh legði fyri. Teir báðir løgfrøðingarnir Sigmund Poulsen og Hans Trúgvi Hansen (seinni Teirin) høvdu gjørt uppskot til lógir til felagið og við teimum lógunum var Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum - FHF stovnað. Ógvuliga fáar broytingar eru gjørdar í tí lógini síðan, men felagið broytti fyri nøkrum árum síðan navn til HOYR. Ein broyting, sum mátti til, var, at tað í lógini stóð, at aðalfundur skuldu lýsast í Dimmalætting. Tað var jú blaðið, sum øll sóu og ongin kundi í 1992 ímynda sær, at Dimma skuldi fara av knóranum.

Búmerki felagsins gjørdi Jákup Danielsen. Í fyrstu nevndina komu Carita Bjørklund, sum varð forkvinna, Jákup Danielsen, skrivari, Marjun Hansen, kassameistari og Martin Mouritsen, tiltaksmaður. Hans Trúgvi Teirin var valdur til grannskoðara. Carita var tann, sum gekk undan, og tað var heilt upplagt, at hon gjørdist fyrsti formaðurin.

Eg havi ofta hugsað, at felagið varð stovnað øvugtan veg enn nógv onnur feløg. Vanliga taka fólk seg saman í felag um felags áhugamál og søkja síðan samstarv við onnur. Okkara felag hevði norðurlendskan limaskap og samstarv við MBF, áðrenn vit yvirhøvur høvdu nakrar limir!

Endamál felagsins Setningurin hjá felagnum var, sum eg síggi tað, í tveimum pørtum: 1. Vísa á og gera vart við trupulleikar, sum hoyribrekað í Føroyum hava 2. Skapa eitt umhvørvi, har ið fólk kunnu komu saman og tosa um felags áhugamál. Onkutíð hevur verið spurt, hví ið vit ikki ístaðin eru í Deyvafelagnum, men har til er at siga, at hóast vit hava nógv til felags við og gott samstarv við Deyvafelagið, so eru áhugamálini ikki heilt tey somu. Tað er stórur munur á, um ein hevur teknmálið sum høvuðsmál ella ikki. Og í øllum hinum norðurlondunum eru deyv og hoyribrekað í hvør sínum felag.

Tøknin flytur mørk Hugsa vit nú 30 ár aftur, so bar tá als ikki til at ímynda sær, hvussu tøknin fór at arbeiða við okkum. Fyrst hvussu telefaks og sms lættu um samskiftið, síðan at vit fingu teldur og internet og kundu síggja tíðindi og upplýsingar á netinum, fingu teldupost at samskifta við og til at hvørt menniskja gongur við fartelefon í lummanum og kann røkka øðrum við “messenger” uttan mun til, um ein hoyrir ella ikki. Fartelefonirnar kunnu eisini samskipast við hoyritólini o.s.fr.

Samstundis eru hoyritólini sera nógv ment og vit hava eisini fingið møguleika fyri størri úrvali og at velja millum fleiri veitarar. Hetta eru alt framstig.

Men samstundis er talið av hoyribrekaðum avgjørt ikki minkandi, og tey, ið fáa tinnitus, eru alt fleiri. Tískil er framvegis brúk fyri felagnum, sum vit stovnaðu 11/7-92. 30 ár fram.

Hugsa vit 30 ár fram, hvussu kunnu vit ímynda okkum, hvussu samfelagið er broytt til ta tíð? Tað er heilt ógjørligt! Eg ímyndi mær tó, at tað verður uppaftur vanligari at leita sær hjálp og stuðul umvegis netið. Eg vænti avgjørt ikki, at nakar tekur telefonina og ringir til felagið. Nú hava vit júst havt tvey ár við alheims farsótt, sum gjørdi, at ikki bar til at hittast. Vit leingjast øll aftur til at síggja fólk, men verður tað so frameftir, at tað fer at bera til at samla fólk til fundir um felags áhugamál? Tað ivist eg í. Tað var longu greitt um aldaskiftið, at fólk komu helst á fund, um okkurt heilt ítøkiligt og áhugavert evni var á skránni. Vit eru nokk øll meira forvand nú, enn fyri 30 árum síðan.

Tekst á sjónvarpið Tað evnið, sum okkara felag hevur arbeitt einamest við, er ivaleyst tekst á sjónvarpið. Tað hevur verið hart hoyggj at draga, tað er púra vist. Ómetaliga seint hevur gingið, hóast vit nú síggja onkur heilt smá framstig. Vælvildin hevur ikki trotið, men tað hevur altíð verið fíggjarlig raðfesting, sum tað hevur skortað upp á. Tað verða nokk ikki nógv ár afturat, at vit hava sjónvarp á tann hátt sum vit hava nú. Vit eru longu byrjað at velja og vraka og hyggja at tí, sum stendur okkum í boði, tá vit vilja sjálv. Tað rákið vendir valla. Útlendskar sjónvarpsrásir hava sjálvvaldan tekst til næstan allar sendingar, men her hjá okkum er t.d. televarpið ein forðing fyri, at vit altíð síggja fremmandu tekstirnar. Tað skuldi verið broytt.

Samstarv Vit øvundaðu teimum norðurlendsku feløgunum tær umstøður, ið tey høvdu, men tað var eitt, sum tey altíð hava øvundað okkum: samstarvið, vit høvdu vit oyrnalæknan og hoyriklinikkina. Minnist, at svenski formaðurin segði, at hann vildi ynskt, at teirra hoyriklinikkir høvdu viljað víst teirra felag ta vælvild, sum vit tá fingu. Frá fyrsta degi vóru tey, sum arbeiddu professionelt við hoyrn, áhugað í, at vit stovnaðu felagið. Minnist at sagt varð, at so leingi sum okkara kritikkur koyrdi upp á umstøðurnar, sum hoyriklinikk/oyrnalækni arbeiddu undir, og ikki hefti seg við persónar, so bakkaðu tey upp.

Felagið arbeiddi saman við teimum um, at hoyriklinikkin varð flutt av Skúlanum á Trøðni og oman á LS. Tað var grundleggjandi ein røtt avgerð, tí at tað riggaði ikki væl, at hoyriklinikkin og oyrnalæknin hoyrdu til hvør sítt landstýrismálaráð. Tað er nógv meira upplagt, at tey liggja saman á LS. Men eg havi alla tíðina hugsað, at okkum manglar eitt pedagogiskt millumlið, sum vit kanska mistu við, at alt tað tilknýtið við Sernámsdepilin, sum tað kom til at eita, hvarv. Eg haldi, okkum manglar eitt millumlið, onkran sum hjálpir teimum, ið líka sum detta burtur ímillum og ikki fáa fullan ágóða av sínum hoyritólum.

Hjá summum eru hoyritólini ikki øðrvísi enn at fáa brillur. Men hjá øðrum av okkum við truplari hoyribrekum hevði verið gott við einum vegleiðara, kanska einum, sum kom út og hjálpti við at innstillað tólini í tínum egna umhvørvi, sum lærdi fólk eitt sindur um hoyritøkni og munnavlesing. Kanska bjóðaði skeið í tí. Ein, sum kunnaði á arbeiðsplássum um, hvussu ein best verjir hoyrnina ella t.d. ein, sum fór á røktarheimini og kunnaði starvsfólk um, hvussu ein best samskiftir við hoyribrekað fólk o.s.fr.

Eg ivist ikki í, at bæði samskiftistøknin og hoyritólstøknin eisini í komandi tíð fer at mennast enn meira. Tað fer tó altíð at vera onkur, sum hevur brúk fyri hjálp og stuðli til at fylgja við í tí, sum hendir á økinum. Tað er skjótt at verða afturúrsigld, tá ið tingini henda skjótt.

Tað er einsligt at hoyra illa Á einum fundi hjá okkara felag eitt av teimum fyrstu árunum høvdu vit vitjan av Deyvaprestinum, sum tá var Jónsvein Bech. Hann samanbar nakað soleiðis, at missir tú sjónina, missir tú sambandið við tingini uttanum teg, missir tú hoyrnina, missir tú sambandið við fólkini uttanum teg. Hetta haldi eg vera eina rámandi samanbering. Tað er einsligt at hoyra illa. Tað verður lættari, tá ið vit eru fleiri um tað.

Hvat ynski eg mær av felagnum Hoyr anno 2022? Eg vil fegin frætta um, hvat ið gongur fyri seg í felagnum. Fyri 30 árum síðan sendu vit eitt bræv út um árið, soleiðis at limirnir føldu, at teir vóru við. Tíðin er farin frá brøvum, men eitt kunnandi tíðindaskriv so av og á umvegis FB ella Messenger hevði komið væl við. Felagið kundi eisini framyvir kunna um nýggj framstig á økinum, um lógir og reglur, sum viðkoma okkum, og felagið eigur at fylgja við í, hvussu umstøðurnar broytast hjá okkum, sum eru hoyribrekað.

Harumframt skulu vit minnast til, at felagið eisini skal rúma teimum, ið hava tinnitus, meniere og avvarðandi – eitt nú foreldrum at hoyribrekaðum.

Tað vil so vera, at tá ið eitt felag fyllir 30, gevur tað høvi til at steðga á og spyrja, hvat, ið er rokkið og hvat, ið enn er at gera. Tað er heilt vist framvegis brúk fyri felagnum! Ynski okkum øllum til lukku við teimum 30 árunum og tykkum, ið nú eru í nevndini, góða eydnu í komandi tíð.

Nicolina