Hoyr helt 30 ára dagin á Parnassinum í dag.

09.07.2022

Hoyr helt 30 ára dagin á Parnassinum í dag, og høvdu vit eina góða, áhugaverda og hugnaliga løtu.

Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í Almannamálum byrjaði tiltakið.

Carita Bjørklund, ið var við til at stovna felagið og var fyrsta forkvinna í felagnum, hugleiddi um hvussu felagið varð sett á stovn og um fyrstu tíðina hjá felagnum.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD hevði eina framløgu um “ Lívið hevur litir”, og sum altíð, setti hon við sínari framløgu millum annað, orð á týdningin av, hvussu vit síggja hvønn annan.

Margreth Olsen, stjóri í Sernám, greiddi frá um hvat Sernám er, hvørjar uppgávur tey røkja o.l.

Svanna í Gong, leiðari á Teknmálstulkatænastuni greiddi frá um teirra uppgávu. Nakað, ið er áhugavert fyri mong, ið hava niðursetta hoyrn er, at mann kann fáa skrivitulk privat, til føðingardagar, fundir, veitslur og líknandi.

Ása Olsen, forkvinna í Hoyr greiddi frá um tað, ið felagið arbeiðir við nú, og hóast mann heldur, at alt gongur seint, eru munandi batar hendir, tey seinastu árini.

Magni Christiansen og Hervør á Torkilsheyggi settu sín dám á løtuna við teirra sangi.

At enda vilja vit takka teimum, ið høvdu framløgur og teimum, ið møttu upp til tiltakið og gjørdu dagin góðan og hugnaligan.

Nevndin