Røða hjá Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismanni, til 30 ára hald hjá HOYR 09. juli 2022 kl. 10.00.

18.07.2022

Fyrst av øllum, hjartaliga tillukku við 30 ára degnum, og stóra takk fyri, at eg havi fingið møguleikan at siga nøkur orð her í dag.

Samskifti er ein týðandi lutur í at vera menniskja, og er grundarlagið undir nærum allari sosialari samveru. Samskifti er grundarlagi fyri at liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Og er tað júst hetta - at øll skulu hava somu rættindi og møguleikar fyri at liva, virka, og luttaka í samfelagnum - ið er ein grundsúla, sum okkara samfelag byggir á. Fortreytin fyri hesum er, at øll hava møguleika fyri at samskifta.

Felagið HOYR, sum vit hátíðarhalda í dag, varð stovnað við júst hesum fyri eygað - At virka fyri at javnseta føroyingar, ið hava niðursetta hoyrn, við øll onnur í samfelagnum.

Endamálið hjá HOYR er at varpa ljós á tær avbjóðingar, ið fólk við niðursettari hoyrn hava, til tess at bøta um tær. Eisini er endamálið at virkar fyri, at tær dagligu umstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, skulu verða so góðar sum til ber. Tí tað er við at varpa ljós á avbjóðingarnar, at vit sum samfelag vera tilvitað, og kunnu taka stig til at betra um umstøðurnar, sum føroyingar við niðursettari hoyrn, virka undir.

Somuleiðis er tað við upplýsing at vit øll vera tilvitað, og fáa innlit í tær avbjóðingarnar, sum fólk við niðursettari hoyrn hava, og tí betur fáa møtt teimum í gerandisdegnum.

Sum ein liður í upplýsandi arbeiðið hjá tykkum kann eg nevna tað stóru verkætlanina, ið tit skipaðu fyri, og sum varð løgd fram í fjør. Verkætlanin snúði seg um at kanna hvussu liviumstøðurnar eru hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum, og hvørjar avleiðingar niðursetta hoyrnin hevur á gerandisdagin hjá tí einstaka.

Hendan kanning var tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Innsavnaða vitanin skal nýtast til at kunna almenningin, og soleiðis viðvirka til, at hesin bólkur verður javnsettur við tey, sum hoyra.

Eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum hava niðursetta hoyrn. Men um støði verður tikið í donskum og altjóða tølum, so hevur 6. hvør føroyingur eitthvørt hoyribrek.

Kanningar vísa, at hesi kenna seg ofta einsamøll, og aftra seg við at fara í samspæl við onnur, og í at luttaka í tiltøkum.

Tað er umráðandi, at fólk, ið hava niðursetta hoyrn, ikki halda seg aftur í sosialum høpi. Fólk, ið hava niðursetta hoyrn, eru jú partur av samfelagnum og eiga javnbjóðis rættindir. Tey skulu vera við, og mugu vit tí áhaldandi arbeiða fyri at betra umstøðurnar og atkomu teirra til samfelagið sum heild.

Nógv er hent hesi 30 árini, síðani HOYR varð sett á stovn. Tó mugu vit ásannað, at enn er langt á mál.

Eitt týðandi stig á vegnum er, at Tulkatænastan seinasta árið hevur fingið fleiri skrivitulkar í starv. Tað er tí nú í nógv størri mun møguligt at fáa skrivitulk til ráðstevnur, tiltøk og annað.

Hetta er eitt framstig sum eg, sum landsstýrismaður í almannamálum, fegnist um, og sum viðvirkar til at atkoman hjá fólki við niðursettari hoyrn verður betra munandi.

Til tykkum í HOYR, enn einaferð hjartaliga tillukku!

Takk fyri tykkara góða arbeiðið.

Tykkara upplýsandi arbeiðið er virðismikið, og uttan tykkara íkast, høvdu vit ikki verið komin hartil, sum vit eru í dag.

Takk fyri!