Lívið hevur litir, Hoyr – 30 ár juli 2022

19.07.2022

Undir heitinum Vit vilja verða sædd, hoyrd og viðurkend, hugleiddi Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, eitt sindur um at bera brek. Her er ein samandráttur av tí, hon segði.

Vit verða fødd inn í ein litríkan heim, sum sigur seg síggja stórt í ymisleika. Her skal vera pláss fyri øllum, og tó er best, um tað er vakurt, skjótt, stórt, lætt og normalt.

Tá ið lívið so byrjar, kann júst ymisleikin gerast avbjóðandi, um tú líkist frá fjøldini. Samfelagið tykist kanska ikki so fevnandi, og tá ið menniskju eru sosialar verur, so tað nokkso djúpt í okkum, at vit ynskja at líkjast øðrum.

Nøkur fara at spyrja: Er brekað kiksað?

Orðingin er ótíðarhóskandi, men tá ið vit eru nøkur, ið sjónliga líkjast frá, er vandin, at vit í einum samfelag við einum smølum normali, skjótt kenna okkum kiksað.

*

Hetta arbeiðir MEGD sum meginfelag á brekøkinum saman við teimum 24 limafeløgunum millum annað við. Alt arbeiðið okkara byggir á ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Endamálið við sáttmálanum er at fremja, verja og tryggja fólki, ið bera brek, øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fullvegis og javnbjóðis, og fremja virðingina fyri teirra viðføddu tign. Við ásetingum um, hvat føroyska samfelagið hevur skyldu til, kunnu vit við sáttmálanum sum grund saman gera samfelagið rúmligari og eisini skapa eina greiðari fatan av tí at bera brek.

*

Áhugavert kann vera at hugsa lívið sum eina lívsferð í eini lívsverð, sum byrjar við føðing. Vit koma her inn á Habermas, sum millum annað lutar hetta lívið í tríggjar verðir:

- Subjektiva verðin, har upplivilsi av at vera eitt menniskja er, samleiki og tað, sum er innan í okkum.

- Sosiala verðin, sum er samansetta lívið við sosialum sambondum við onnur menniskju, á ein hátt felags verðin, ið er tað uttara.

- Objektiva verðin, har skipanir, lógir og reglar eru sett fyri virkna lívið.

Væl vitandi um, at hetta er ein ov einføld lýsing av hugsan Habermas, so kann hugsanin undirbyggja, hvussu týðandi samanhangur er millum, hvørji vit eru, og hvussu onnur ávirka, hvussu vit síggja okkum sjálvi.

Vit spyrja, hvør eri eg? Svarið verður litað av okkara sjálvkenslu. Hetta er sjálvkenslan, ið er evnað til gjøgnum upplivingar og viðurkenning í litríka heiminum.

Tilevningin veldst tá um, hvørjar upplivingar vit hava havt, og hvussu vit eru blivin viðurkend sum menniskju.

Hvussu síggja onnur okkum?

Um vit fara víðari við Habermas, so heldur hann, at vit eru virkin í lívsverðini, tí vit eru sosialar verur, sum gjøgnum talaða málið skulu koma til sættis við annað skynsemi enn okkara egna. Lívsverðin styrkist við at flætta forstáilsi og evni til at fáa útifrá komandi sjónarmið ella áskoðan at renna saman.

Jú fleiri vit skilja, jú betri gerast vit til at finna loysnir og at koma til sættis við skiftandi umstøður.

*

Hetta gerst áhugavert báðar vegir. Fyri tey, ið bera brek, og tey tey, ið kanska ongan kenna, sum bera brek. Hvussu koma vit í grundini at kenna tey, ið ikki líkjast okkum? Tey, ið vit vanliga ikki eru saman við? Ella teimum, sum ikki líkjast okkum?

Fyri Habermas gav tað ongantíð meining at síggja sjálvtilvitið sum eitt sjálvstøðugt fyribrigdi. Tí, sum hann spyr, gerast vit ikki varug við okkum sjálvi fyrst og fremst gjøgnum onnur?

Hann hugsar, at tað er í eygnabránum, sum hin, ið tosar við meg sum fyrsta persón, hevur, gerist eg tilvitað(ur) um meg sjálva(n) ikki bara sum ein veruleiki, men sum ein einastandandi einstaklingur.

Subjektiviserandi eygnabráið hjá øðrum hevur eina einstaklingagevandi megi.

*

Tá ið eg var 11 ára gomul byrjaði eg at svimja fyri ÍSB – í dag Parasport Føroyar. Eg kendi ongan annan, sum hevði eitt lítið bein, sum eg. Eg hevði tó ligið á Ríkissjúkrahúsinum, har Bo eisini lá. Hann hevði lítið bein, so eg visti, at eg var ikki tann einasta í heiminum.

Men tá ið eg byrjaði at luttaka í altjóða svimjing, var tað sum um eyguni vóru latin upp. Ein sovorðin vælsignað uppliving av, at soleiðis síggja vit eisini út. Alskyns brek, alskyns eyðkenni, týpur og menniskju. Eingin var líka, og tað var ókey.

Fyri meg, sum tá var ein smágenta, var hetta bæði gevandi og vónríkt og samstundis ein staðfesting av, at tað eingin orsøk er fyri at seta fólk í kassar. Vit eru ymisk, og tað er í ymisleikanum, at vit finna litríka heimin, har pláss eigur at vera fyri okkum øllum.

*

Tí hevur tað eisini týdning, at vit siga okkara søgu. Tað er gjøgnum persónligur søgurnar, at vit koma at kenna hvønn annan. Møllehave sigur í bókini Det skal mærkes at vi lever, at tað eru nógvir vegir til menniskju. „Sum ungur prestur royndi eg altíð at tosa til vit og skil. Í dag veit eg, at eg skal tosa til hjartað. Um eg skal siga nakað sum helst, eru tað kenslurnar, sum talast skal til. Sagt øðrvísi, so er tað, at okkurt kemur frá einum hjarta til eitt annað hjarta. Tað, sum hevur størstan týdningin má jú vera at vera elskað(ur).”

Tí hevur tað týdning, at Rúna Dalsgaard og Sigrun Lið Petersen siga sína søgu um lívið við tinnitus við stuttfilmum á heimasíðuni hjá Hoyr. Eg havi ikki tinnitus og veit tí ikki, hvørjar avbjóðingar fylgja við tí. Takk fyri tykkara søgur!

Hugvekjandi er eisini frágreiðingin við tilmæli Lívsumstøður við niðursettari hoyrn, sum var liðug í 2021. Ein av niðurstøðunum var, at niðursett hoyrn ávirkar lívsumstøður hjá heimildarfólkum, og tey eru fyri ymsum avbjóðingum í gerandisdegnum. Tað er greitt komið til sjóndar gjøgnum samrøður og greiningararbeiði. Tó verða hesi viðurskifti millum lítið og einki umrødd í gerandisdegnum.

Um vit ikki skilja hvønn annan, so verður veruleikin fyri nøkur, sum ein av heimildarfólkunum segði í frágreiðingini: „Eftirhondini so lukkar mann bara av. Tað hevur mann lært seg. Mann letur bara vera við at hyggja inn í eyguni á fólki, tí annars halda tey, at tú ert við í samrøðuni, ella fara at siga okkurt við teg. Tá er tað ordiliga soleiðis „eg eri ikki við her.”

Ein trist og púra óneyðug niðurstøða.

*

Helst er tað so, at vit fyrst og fremst gerast varug við okkum sjálvi gjøgnum onnur. Vit hava ávirkan á tey, ið vit eru saman við. Hóast vit uppliva okkara egnu lívsverð, so er tað saman í sosialu verðini, at vit eisini saman við Løgstrup kunnu siga, at „einstaklingurin hevur ongantíð við eitt annað menniskja at gera uttan at halda ein part av lívinum hjá viðkomandi í hond síni.”

Tað er helst í øllum hesum at vit finna inn til grundleggjandi tørv okkara - og tørvin hvør hjá øðrum - at verða sædd, hoyrd og viðurkend. At vit í litríka heiminum fáa okkara natúrliga pláss, júst sum vit eru.