Framløga hjá Svannu Hentze í Gong, deildarleiðara í Teknmálstulkatænastuni

09.08.2022

Skrivitulking í Teknmálstulkatænastuni!

Umframt at bjóða teknmáls og raddartulking, fór Teknmálstulkatænastan undir skrivitulking í 2015.

Talan er um almenna tænastu, til fólk við niðursettari hoyrn, ið hava tørv á tekststuðli til eitt nú fundir, læknaviðtalur, ráðstevnur og annað.

Inni á https://www.av.fo/fo/taenastur/teknmalstulkataenastan stendur at lesa um skrivitulk:

Skrivitulking - tulkurin situr við teldu og skrivar tað, ið tulkast skal, og móttakarin fær lisið við beinleiðis á skíggja. Hesin háttur verður mest brúktur av fólkið við niðursettari hoyrn, sum ikki eru teknmálsbrúkarar og framvegis tosa sjálv.

Í løtuni starvast heili fimm tulkar, ið kunnu skrivitulka á Teknmálstulkatænastuni. Harav tríggir eru skrivitulkar burturav, tvs. at hesir bara skrivitulka.

Tað kann vera trupult at fáa alt við í stórum samanhangum, so sum til veitslur, aðalfundir og undirvísing. Tað kann eisini tykjast strævið og órógvandi hjá fólki, við niðursettari hoyrn, at gera vart við at ein ikki fær alt við, tí kann ein skrivitulkur lætta nakað um, við at skrivitulka tað ið sagt verður, og tað ið annars hendir í samanhanginum.

Ein skrivitulkur er ein professionellur tulkur, ið ikki blandar seg uppí hvat annars gongur fyri seg í tulkingini. Skrivitulkurin er ikki at rokna sum ein skrivari ella ein aktivur luttakari, men bert ein miði,l so tann við niðursettari hoyrn fær luttikið á sama støði ella so nær sum gjørligt, sum hini luttakandi.

Ein skrivitulkur skrivar uml. 300 sløg um minuttin, har ein ið tosar, tosar áleið 1200 sløg um minuttin, tvs. at skrivitulkurin kókar boðskapin niður, og tú sært skrivivillur, stavivillur, styttingar og brúk av ikonum. Skrivitulkurin skrivar eisini, um tað eru ting ið henda inni í rúminum, td, eitt vindeygað ið klamsar, sjúkrabilur ið koyrir framvið ella ein telefon ringir. Alt, so at tann við niðursettari hoyrn kann fáa meir við, og luttaka á jøvnum føti við hini.

Tulkurin brúkar teldu at skriva uppá, og alt eftir hvussu nógvir brúkarar eru, kemur teksturin uppá ein teldil ella uppá stórskíggja.

Tulkurin er umfataður av tagnaðarskyldu, og ber einki víðari. Alt ið verður skrivitulka, verður strikað og als ikki goymt.

Uppgávur sum ikki eru umfataðar av almannalógini § 42, stk. 2 verða álagdar eitt gjald sum svarar til kostnaðin av at veita tænastuna. Kostnaður og annað sæst inni á heimasíðuni. Bíleggingin av tulki, umframt freistir og kunning eru at finna á hesum leinki:

https://www.av.fo/fo/menuleysar/bilegg-teknmalstulk-ella-skrivitulk

Ynskja tit at vita meira, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Teknmálstulkatænastuna á tlf. 319012 ella á ttt@av.fo