
Hoyr skipaði fyri áhugaverdum tiltaki í oktober.
23.10.2022
Umboð fyri Tulking, ið er deildin fyri teknmáls- og skrivitulking, vóru og greiddu frá og vístu nýggju útgerðina til skivitulking, ið er rættiliga framkomin í mun til verandi útgerð.
Við hesari nýggju útgerðini, ber til at fáa tekstin beinleiðis skrivitulkaðan á sjálva framløguna, meðan fyrilestrahaldarin leggur fram og er hetta eitt stórt framstig fyri okkum, ið hava tørv á skrivitulki.
Tann stóri munurin er, at mann ikki skal hyggja eftir tveimum skermum í senn, einum við framløguni á og einum við skrivitulking, men nú verður alt gjørt á sama skermi. Somuleiðis varð greitt frá um navnabroytingina, frá Teknmálstulkatænastan til Tulking.
Takk til tykkum í Tulking fyri eina áhugaverda framløgu.