Hoyr fingið limaskap í EFHOH

07.01.2023

Í oktober 2022, gjørdist Hoyr "general member" í EFHOH, ið er tað Europeiska felagið fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn.

Vit í Hoyr fegnast um, at vit hava fingið limaskap og rokna vit við at hetta verður við til at menna okkara øki enn meir.

Myndirnar eigur Roar Råken og eru tær tiknar í samband við Norðurlendska verkætlan, har umboð úr Noreg vóru her og undirvístu í tveir dagar.

Tíðindaskrivið, um okkara upptøku í EFHOH kann lesast her.