
Framløga av royndarverkætlan um tinnitus og náttúruterapi.
12.02.2023
Royndarverætlan um tinnitus og náttúruterapi, verður løgd fram á Bókasavninum í Klaksvík, 22. februar kl. 19.00.
Royndarverkætlanin er gjørd í samstarvi millum Hoyr og Náttúruterapi.
Skráin er hendan:
Byrja verður kl . 19.00, har bjóðað verður vælkomin
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík kemur at siga nøkur orð
Elin Brimheim Heinesen, syngur
Róa Midjord og Jensia Brodersen, koma at leggja verkætlanina fram
Ása olsen, forkvinna í Hoyr kemur at taka saman um
Endað verður við, at Elin Brimheim Heinesen syngur tveir sangir
Skrivitulkur verður til tiltakið.