Mikudagin 22. Februar, var framløga av royndarverkætlan um tinnitus og náttúruterapi.

25.02.2023

Framløgan var fyri nærum fulsettum hølum á Klaksvíkar Bókasavni.

Royndarverætlanin, ið er eitt samstarv millum Hoyr og Náttúruterapi, vardi frá 27. oktober til 15. desember 2022, og er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Vit í Hoyr fegnast um góða úrslitið av verkætlanini, ið greitt vísir, at allir luttakararnir upplivdu ein munandi bata hesar 8 vikuranar, ið verkætlanin vardi.

Við byrjan og endan av verkætlanini, varð gjørd ein Tinnitus Handicap Inventory (THI) kanning, har luttakararnir skuldu svara ymiskum spurningum um, hvussu teir høvdu tað og hvussu teir megnaðu dagligdagin, arbeiði og tað, at liva við tinnitus.

Tað gleðiliga er, at allir luttakararnir merktu ein munandi bata, tá verkætlanin var liðug.

Aldursspjaðingin á luttakarunum var frá gott 20 ár og upp til 70 ár.

Um mann skal siga nakað um hvat tey flestu mettu gott, so var afturgangandi svarið, at tað at kunna seta orð á tað, at liva við tinnitus, vera saman við øðrum, ið skilja støðuna og at fáa góð ráð. Sansavenjing, lurta eftir ljóðum, stilla løtan á 30 min, gongutúrur í friði, flyta fokus frá høvdinum til kroppin, ganga spakuliga, tiga og brúka sansirnar, fysisk venjing, loysa upp í liðunum, sita undir trænum, ganga fet fyri fet og eygleiða alt í tøgn. Hugsa djúpt um settar spurningar o.m.a.

Fyri okkum í Hoyr, hava vit veruliga fingið nakað ítøkiligt at arbeiða víðari við, og síggja vit veruliga vón fyri framman, fyri fólk við tinnitus.

Vit vilja takka borgarstjóranum í Klaksvík, Karl Johansen, fyri taluna, Elin Brimheim Heinesen, fyri sang, Róu Midjord og Jensiu Brodersen, fyri framløguna av verkætlanini og ikki minst MEGD fyri at stuðla verkætlanina fíggjarliga.

Her eru nakrar myndir frá framløguni.