
Netverksbólkar fyri fólk, ið hava tinnitus.
10.04.2023
Um tú hevur Tinnitus og ynskir at koma í ein netverksbólk, ert tú vælkomin at senda eini boð til hoyr@hoyr.fo, sms-boð á tlf 519382 ella skriva í boðklivan her.
Neyðugt er at upplýsa tykkara navn og telefon nummar.
Bólkarnir eru fyri limir í Hoyr, og við at tekna teg sum lim, stuðlar tú arbeiðinum hjá felagnum í teirra virki fyri at betra um umstøðurnar hjá fólki, ið hava eitt hvørt hoyribrek.
Á okkara heimasíðu hoyr.fo, er tað skjótt og lætt at tekna seg sum lim í felagnum. Tað kostar 210 kr. árliga at vera limur í Hoyr.
Freistin at tekna seg er 30. apríl.