Hoyr havt vitjan úr Noreg

29.05.2023

Hoyr hevur Havt vitjan av einum bólki við 18 fólkum úr HLF í Sunnhordland í dag. Bólkurin, ið er ein feriu túr í Føroyum, ynskti at hitta nevndina í Hoyr. Ein av fyrireikarunum á túrinum er Anna, ið er úr Havn, men býr í Noreg. Tað var áhugavert at hitta bólkin, og at tosa um hvussu tey skipa seg í Noreg. Hesi koma úr einum felag við gott hundrað limum, so tað minnir eitt sindur um okkara viðurskiftir í Føroyum. Tað er heilt vist, at fyri okkum í Hoyr gevur tað íblástur at hitta fólk, úr okkara grannalondum. Hóast tey eru nógv størri enn vit, eru avbjóðingarnar tær somu innan okkara øki. Ein góður og upplýsandi dagur.