HOYR verður við á Summar Festivalinum

26.07.2023

HOYR og Summar Festivalurin fara at samstarva um at býta út ókeypis oyraproppar á Summar Festivalinum.

Oyraproppar kunnu vera við til at verja hoyrnina undir konsertum.

HOYR er áhugafelag fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn, avvarðandi og onnur áhugað.

Oyrapropparnir vera at fáa við inngongdina við Telebúðina, har fólk kunnu koyra armbond uppá, og fólk frá HOYR fara eisini at býta út oyraproppar á sjálvum festivaløkinum, undan teimum stóru konsertunum á Vágsbøi og í Tjaldinum.

– Vit gera hetta samstarv við Summar Festivalin, tí vit ynskja, at ung sum gomul vera so trygg sum gjørligt á festivali. Okkara boðskapur er, at fólk ansa eftir hoyrnini og nýta oyraproppar, sigur áhugafelagið HOYR.

Summar Festivalurin fegnast um samstarvið, sum er við til at tryggja eina góða festivalupplivining fyri øll.