
Kom við til tiltak í Smæruni í Tórshavn
30.08.2023
Tiltak verður í Smæruni J. H. Schrøtersgøta 9 Tórshavn, 7. september kl. 18.30 til kl. 21.00.
Umboð fyri Hoyriklinikkina á Landssjúkrahúsinum, koma at greiða frá um teirra arbeiði.
Jensia og Róa, koma at hava frágreiðing og eftirmeting av royndarverkætlanini náttúruterapi og tinnitus.
Elin Heinesen, kemur at syngja.
Skrivitulkur verður til tiltakið.
Vit gleða okkum, at síggja tykkum