
Tiltak í Bygdahúsinum í Miðvági mikudagin 8. november kl. 19.00
30.10.2023
Spennandi tiltak verður í Bygdahúsinum í Miðvági mikudagin 8. november.
Tiltakið er alment, og koma umboð fyri Hoyriklinikkina á Landssjúkrahúsinum at greiða frá um teirra virksemi.
Umboð fyri Náttúruterapi koma at greiða frá um royndarverkætlanina " Náttúruterapi og Tinnitus", og um eftirmetingina av royndarverkætlanini.
Magni Christiansen kemur at syngja.
Møguleiki verður at tekna seg sum lim í felagnum.
Skrivitulkur verður til tiltakið.