Eitt væleydnað kvøld í Bygdahúsinum í Miðvági.

10.11.2023

Hoyr skipaði fyri almennum tiltaki í Bygdahúsinum í Miðvági mikudagin 8 november.

Jensia og Róa løgdu fram og greiddu frá um væleydnaðu royndarverkætlanina, um tinnitus og náttúruterapi, ið tær hava gjørt í samstarvi við Hoyr, og um eftirmetingina av verkætlanini.

Hjørdis og Marita greiddu frá um hvat tey arbeiða við á Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum, og liggur nógv spennandi arbeiði fyri framman hjá teimum.

Tað var áhugavert at hoyra um, hvussu øll nýfødd børn í Føroyum verða screenaðið at vita, um hoyrnin er í lagi, og at tey børn, ið eru fødd deyv, fáa CI.

Spurningar vóru úr salinum, til framløgurnar og var somuleiðis møguleiki fyri, at tosa við fyrilestrahaldararnar aftaná tiltakið.

Magni Christiansen ríkaði okkum við sínum góða sangi.

Skrivitulkar vóru til tiltakið, og vóru teir sum altíð væl upplagdir og dugnaligir.

Nevndin í Hoyr er vælnøgd við kvøldið.