Í døgunum 30. november til 1. desember, var umboð fyri Hoyr boði við til EU Brekdagin í Brussel.

12.12.2023

Hoyr er limur í EFHOH, ið er europeiska meginfelagið fyri limafeløg innan hoyriøkið.

Hetta var ein rættiliga áhugaverd og læruríkur túrur, og nýttu vit somuleiðis møguleikan fyri, at fundast um støðuna innan okkara øki.

Í EFHOH eru øll tey norðurlendsku feløgini limir, og var tað EFHOH, ið bjóðaði umboð fyri Hoyr við.

Vit kunnu spyrja, um tað er neyðugt at hava eitt europeiskt felag innan okkara øki, og er svarið avgjørt ja.

Um vit skulu samanlíkna okkum og støðuna hjá fólki, ið hava eitthvørt hoyribrek við onnur lond, eru tað fá lond innan EFHOH, ið koma í námind av okkum, tá tað kemur til vantandi umstøður.

Eg kundi sita á fundinum, við einari teldu ella einari iphone, eg fekk eina leinkju, og vóru allir fyrilesrar týddir til enskt við “text on tap”.

Tíverri eru vit eftirbátar á rættiliga nógvum økjum, men tað er einki at ivast í, at um vit fáa gongd á, at nýta teir tøkniligu møguleikar, ið eru, vilja vit koma at síggja stóra framgongd.

Tann seinna dagin, vóru vit og vitjaðu jólamarknaðin í býnum, ein ógloymandi vitjan.