Hugburðsbroyting er avgerandi fyri at bøta um atkomuna og minka um avleiðingarnar av óviðgjørdum hoyritapi.
Hugburðsbroyting er avgerandi fyri at bøta um atkomuna og minka um avleiðingarnar av óviðgjørdum hoyritapi.
Lat okkum gera oyrna- og hoyrnarrøkt til ein veruleika fyri øll!
3. mars er kosin at vera altjóða hoyridagur. Dagurin verður hildin á hvørjum ári, og í ár er høvuðsevnið at broyta hugburðin til niðursetta hoyrn, í vónini um at gera oyrna- og hoyrnarrøkt til ein veruleika fyri øll.
Samfelagsligar misskiljingar og fordómar um niðursetta hoyrn kunnu forða fólki í at søkja sær ta hjálp, ið tey hava brúk fyri. Sjálvt tá ið vit fara til lækna, kunnu læknarnir hava ein hugburð, har avbjóðingin ikki verður tikin í nóg stórum álvara, tí at sagt verður, at tað at hoyra verri er ein natúrligur partur av tí at eldast. Hetta ger, at nógv ikki blíva send til oyrnalækna fyri at fáa hjálp.
Í ár verður ljós varpað á, at neyðugt er at broyta hugburð til hoyrimiss í vónini um at gera oyrna- og hoyrnarrøkt til ein veruleika fyri øll.
Niðursett hoyrn verður mangan umtalað sum eitt ”ósjónligt brek”, ikki bara orsakað av ósjónligum sjúkueyðkennum, men eisini tí, at tað leingi hevur verið stigmatiserað í samfelagnum, og skúgvað til viks av politiskum myndugleikum.
Í hesari vikuni var Public Service sáttmálin til viðgerðar í Løgtinginum. Hóast Hoyr í fleiri umførum hevur heitt á fyrrverandi MMR um at fáa sáttmálan til hoyringar, verður latið sum luft.
Um vit hyggja eftir tí partinum, ið umtalar fólk við niðursettari hoyrn, stendur soleiðis í sáttmálanum: Tíðindasendingarnar í sjónvarpinum verða tekstaðar. Gudstænastur í sjónvarpinum verða tekstaðar. Sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og -týdning, eitt nú valsendingar og viðkomandi dokumentarsendingar, eiga at verða tekstaðar skjótast gjørligt. Kringvarpið sendir beinleiðis tekstfrásøgn frá tíðindafundum, sum snúgva seg um tilbúgving. Málsetningur: Miðað verður ímóti í størri mun at veita einfaldar nettænastur til fólk við sjón- ella hoyribreki.
Hvør tímir at hoyra valsendingar, ið eru gamlar? Hvat ætlar mann við økinum?
Tá ið Jenis av Rana var landsstýrismaður í Mentamálum, svaraði hann uppá fyrispurning frá Ruth Vang 5. mars 2020 soleiðis:
KVF vísir á 3 leiðir:
Leið 1. D&V og dokumentarar.
Leið 2. Átrúnaður og ítróttasendingar 3-2
Leið 3. Útlendskt tilfar.
Landsstýrismaðurin segði víðari: Sum landsstýrismaður við ábyrgd av fjølmiðlunum og føroyskum málpolitikki fari eg at virka fyri, at Kringvarpið, sum public service-stovnur, framyvir raðfestir, at allir føroyingar, eisini tey deyvu og tey, ið hava ringa hoyrn, fáa atgongd til allar føroyskar sendingar, sum sendar verða í KVF. Hetta er skylda stovnsins, og hetta fer samstundis at styrkja og verja føroyska málið. Stovnurin metir, at trupult er at raðfesta teksting hægri, uttan at tað gongur út yvir annað virksemi á stovninum, men eg meti, at vit í felag eiga at finna eina loysn av hesum avbjóðingum. Eitt gylt høvi, sum liggur beint framman stavn, er nú public service-sáttmálin skal endurnýggjast. Í tí sambandi fara partarnir í næstum undir at samráðast um, hvørjar raðfestingar og ásetingar eiga at vera við, undir hesum eisini møguligar ásetingar um teksting. Eg fái í løtuni ikki sagt, nær allar føroyskar sjónvarpssendingar verða tekstaðar, men um hugt verður at upphæddunum, sum krevjast, átti tað at borið til at fingið tað at eydnast (leið 1 og 2).
Nú er støðan tann, at ein kann ikki frítt velja frá at rinda kringvarpsgjald, tí hetta gjald verður kravt inn gjøgnum skattin. Fyri okkum, ið hava niðursetta hoyrn, merkir hetta, at vit skulu gjalda fyri eina tænastu, ið vit ikki fáa.
Vit sóknast eftir einum svari uppá, hvat ið ætlanin er við økinum? Er veruleikin tann, at støðan hjá okkum er tengd at, hvør ið situr í Landsstýrinum? Hvørji krøv verða sett til KVF? Tað kann ikki passa, at vit í 2024 ikki eru komin longur.
Fyri 10 árum síðani í 2014, fekk Føroya Landsstýri viðmerkingar frá ST og stendur soleiðis í teimum niðurstøðunum: Nevndin krevur, at landsstýrið tryggjar bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar, ið KVF sendir.
Um vit hyggja eftir hagtølum úr øðrum londum, verður mett, at 6. hvør persónur yvir 18 ár hevur eitthvørt hoyribrek. Hetta merkir, at tað eru rættiliga nógvir føroyingar, ið rinda fyri Public Service tænastur, ið vit als ikki fáa, og tað er ikki í lagi.
Hoyr vil tí heita á avarðandi myndugleikar um at tryggja, at fólk við niðursettari hoyrn fáa somu sømdir sum øll onnur, vit rinda eisini kringvarpsgjald.
Ása Olsen, forkvinna í Hoyr