Hoyr hevði aðalfund 21. mars í hølunum hjá MEGD.
23.03.2024
Á skránni var nevndarval og viðtøkubroytingar og annars øll tann vanliga skráin fyri aðalfundin.
Tey, ið stóðu fyri vali til nevndina vóru: Lív Lervig og Birita Jacobsen. Birita bar seg undan afturvali í nevndina og stillaði hon upp sum tiltakslimur. Carita Bjørklund, ið hevur sitið sum tiltakslimur nøkur ár, er nú vald í nevndina.
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Ása Olsen, forkvinna
Lív Lervig n. forkvinna
Carita Bjørklund, skrivari
Annie B. Petersen, kassameistari
Torkil Hansen, nevndarlimur
Birita Jacobsen, tiltakslimur