Tey Europeisku feløgini innan hoyriøkið vóru saman í Ljubljana 19. -20. apríl.

25.04.2024

Tann 19. apríl var seminar um mentala heilsu- og hoyriavbjóðingar, ið tey europeisku feløgini hava.

Kunning og kjak um samahangin millum hoyriavbjóðingar og mentala heilsu og hvussu hetta ávirkar lívsgleðina. Á seminarinum kom fram, at tað er ein samanhangur millum mentala heilsu og demens, og at tað enn meiri er ein samanhangur millum demens og hoyriavbjóðingar.

Leygardagin var sjálvur ársfundurin, og sum partur av " Nomination committee" í EFHOH, skuldi forkvinnan í Hoyr greiða frá, hvussu nevndin hevði valt umboðini, ið vóru í uppskoti til sjálva nevndina í EFHOH.

Ársfundurin tók einmælt undir við innstillingini, og vóru Morten Buan úr Noreg og Alf Lindberg ú Svøríki valdir.

Fyri Hoyr luttóku Ása Olsen, forkvinna og Annie B. Petersen.