AVT er eitt frambrot fyri børn og ung við CI (Cochlear Implant)

16.05.2024

AVT er ein stytting fyri Auditory Verbal Therapy (auditiv verbal terapi – hoyri- og taluviðgerð).

Tá børn fáa CI, er AVT undirvísing avgerðandi fyri, at barnið fær eitt gott úrslit við CI.


I einari AVT-undirvísingartilgongd stimbrast hoyrnarsansurin til tess at styrkja tey øki í heilanum hjá barninum, ið hoyra. Foreldur luttaka í allari AVT-undirvísing og brúka tað, ið tey læra, í gerandis virksemi saman við barninum.

Málið er, at barnið  fær aldurssvarandi talumál, og at tann málsliga menningin eisini gevur barninum góða sosiala integratión.

Síðan januar 2023 hevur man í Danmark, sum eitt av teimum fyrstu londunum í heiminum, bjóðað AVT tilboð til øll børn (0-6 ár), ið hava niðursetta hoyrn, og teirra foreldur, og somuleiðis til størri børn, ið hava fingið CI (6-18 ár).

AVT tilboðið er ein partur av allari audiologisku viðgerðini við útgreining og hóskandi hoyritøkni.

AVT undirvísingin er lagað til hvørt einstakt barn sær. Fyri børn í aldrinum 0-6 ár er tíðarásin 3 ár, og fyri børn í aldrinum 6-18 ár 1 ár.

Til AVT undirvísingina fáa foreldrini undirvísing í ávísum mannagongdum og arbeiðshættum, sum gera tey før fyri at brúka amboðini í gerandisdegnum. Harvið verður AVT ein lívsstílur hjá familjuni, har barnið verður møtt við auditivari stimbran í øllum umstøðum í gerandisdegnum.

AVT uttan at foreldrini eru tikin við ber ikki til og kemur ikki fyri.

Í Danmark  er granskað í týdninginum av AVT í samband við børn við niðursettari hoyrn og børn við CI. Verkætlanin fór fram frá 2017 til 2021, og vísti verkætlanin góð úrslit.

83% av børnunum høvdu aldurssvarandi mál eftir 3 ár við AVT. Hetta slóðar fyri, at AVT verður ein integreraður partur av audiologisku viðgerðini til øll smærri børn, ið hava niðursetta hoyrn.

Í Føroyum hava vit verið noydd at senda hesi børnini til Danmarkar, fyri at tey skulu fáa AVT undirvísing. Nú eru vit so heppin, at Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum er farin undir at upplæra fólk til at undirvísa í AVT, so at børnini skulu sleppa undan at fara til Danmarkar, og vóna vit, at peningur politiskt verður settur av til Hoyriklinikkina tey komandi árini, soleiðis at øll børn í Føroyum, ið hava fingið CI, kunnu fáa AVT undirvísing í Føroyum.

Í Føroyum eru 35 fólk, ið hava fingið CI, og av hesum eru 8 børn, har av 4 hava Sucla (Føroyasjúkuna).

Av øllum hesum 35 fólkunum, eru eini 3, sum ikki klára seg serliga væl við CI.

Niðanfyri er úrslitið av granskingarverkætlnaini við AVT í Danmark, og tølini tala fyri seg.

 

 

Úrslit frá 3-ára AVT-undirvísingartilgongdini 2017-2022:
 
 Aldurssvarandi talumál.
 
 Prosentsatsurin vísir, hvussu stórur partur av børnunum náddu aldurssvarandi talumál.
 
 
Øll børn, ið luttóku  í AVT- undirvísingartilgongdindi                              84%

Børn úr heimum, har mann bara tosar danskt                                         92%
 
Børn uttan aðrar avbjóðingar                                                                      87%
 
Børn við øðrum avbjóðingum                                                                     75%       
 
 
Børnini eru testaðið við Peabody picture vocabulary Test 4, ið vísir orðatilfeingið, ið er støði fyri málsligari framgongd.