Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Føroyum!

02.01.2025

Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Føroyum!

Granskingarráðið hevur játtað 193.054 krónur í stuðli til verkætlanina Brot úr tíðindaskrivi:

Granskingarráðið hevur játtað 193.054 krónur í stuðli til eina verkætlan hjá Hoyr við heitinum ”Títtleikin av tinnitus í Føroyum, og hvussu tinnitus kann ávirka arbeiðsførleikar”.

Jensia Brodersen er verkætlanarleiðari. Annika Helgadóttir Davidsen er fakligur vegleiðari. Hjá Hoyr siga tey millum annað soleiðis um verkætlanina:

- Við hesi verkætlan fara vit at kanna, hvussu nógvir føroyingar hava tinnitus og hvussu hetta ávirkar teirra arbeiðslív. Við spurnakanning á netinum (Tinnitus-kanning) ætla vit at finna útav, á hvønn hátt tinnitus ávirkar arbeiðsdagin, arbeiðsorkuna og í síðsta enda arbeiðsmarknaðin.

- Vit hava onga vitan ella hagtøl um tinnitus í Føroyum, ella um, hvussu tað ávirkar arbeiðslív og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við tinnitus. Heldur ikki vita vit, um tað eru serligir yrkisbólkar, sum eru meiri útsettir enn aðrir fyri at fáa tinnitus. Her verður serliga hugsað um tey, sum arbeiða í nógvum gangi, t.d. maskinfólk á sjógvi og landi, tónleikarar, námsfrøðingar o.s.fr. Ongar kanningar av hesum slag eru gjørdar í Føroyum áður. Tí verður hendan tann fyrsta av sínum slag.

Kanningarúrslitini kunnu fáa týdning fyri arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og umhvørvið, sum arbeitt verður í.”