Spurnarkanning um tinnitus

10.01.2025

Tað hevur týdning fyri kanningina, at øll svara, eisini tey, ið ikki hava tinnitus.

- Vit hava onga vitan ella hagtøl um tinnitus í Føroyum, ella um, hvussu tað ávirkar arbeiðslív og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við tinnitus. Heldur ikki vita vit, um tað eru serligir yrkisbólkar, sum eru meiri útsettir enn aðrir fyri at fáa tinnitus. Her verður serliga hugsað um tey, sum arbeiða í nógvum gangi, t.d. maskinfólk á sjógvi og landi, tónleikarar, námsfrøðingar o.s.fr. Ongar kanningar av hesum slag eru gjørdar í Føroyum áður. Tí verður hendan tann fyrsta av sínum slag.


Við at svara spurnarblaðnum niðanfyri, ert tú við í kappingini har vit burturluta 4 gávukort á kr. 1.000, - frá FK.


Umframt tey 4 gávukortini ið vera burturluta umvegis svar av spurnarblað, vilja vit eisini burturluta 1 gávukort á kr. 1.000, - frá FK, millum tey ið viðmerkja "Fyrsta tinnitus kanning í Føroyum" í viðmerkingarteigin. Vinnarnir vera funnir sunnudagin 26. januar.


Øll eru vælkomin at dáma og deila uppslagið

 

Leinkja til spurnablað:

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSc57GVC1T1wPrdhKs2HZ8XRPxzLxe3sKIhxgwpRz0CMRLVMdQ/viewform?usp=sf_link