
Nevndin í Hoyr hevur skipað seg
Hoyr, er felag fyri fólk við niðursettari hoyrn, CI, tinnitus, meniére o.l.
Aðalfundur var í Hoyr 11. Mars, har millum annað val av nevnd var á skrá.
Fyri vali stóðu Ása Olsen, Annie B. Petersen og Torkil Hansen, ein tiltakslimur skuldi somuleiðis veljast.
Ása, Annie og Torkil vóru afturvald, og sum nýggjur tiltakslimur varð Ana Patursson vald. Hoyr er eitt av limafeløgunum í MEGD, og arbeiða vit fyri, at umstøðurnar skulu verða so góðar sum gjørligt hjá fólki, ið hava eitt hvørt hoyribrek.
Vit brúka ikki teknmál, men fyri okkum hevur skrivitulkur og tekstur alt at siga fyri, at vit skulu kunna javnstillast við aðrar borgarar í Føroyum.
Í Føroyum eru nógv fólk, ið hava hoyribrek. Niðursetta hoyrn, CI, tinnitus, meniére og líknandi. Á nevndarfundi í Hoyr skipaði nevndin seg soleiðis:
Ása Olsen, forkvinna Lív Lervig n. forkvinna Carita Bjørklund, skrivari Annie B. Petersen, kassameistari Torkil Hansen, nevndarlimur Ana Patursson, tiltakslimur Torkil Hansen, manglar á myndini.