Í døgunum 10-14 september luttóku umboð fyri Hoyr á Norðurlendskum fundi í Rovaniemi í Finnlandi.

15.09.2025

Fyri okkum hevur tað sera stóran týdning at uppliva, hvussu feløgini samstarva og deila vitan innan hoyriøkið.

Í dag er mann komin rættiliga langt tøkniliga. Vit kunnu sita á einum fundi, har mann eitt nú tosar finskt, og fáa skrivitulka tekstin á øllum málum, ið eru í Googletranslate.

Vit liva í einari tíð, har tøknin er so framkomin, at mann kann nærum alt við tøkniligari hjálp.

Fundarluttakararnir hava allir niðursetta hoyrn, og umleið 1/3 av luttakarunum hava CI- Cochlear Implant, ið er ein verulig gáva til fólk, ið hava mist hoyrnina.

Nógv av teimum, ið hava fingið CI-Cochlear Implant eru so væl fyri, at tey hava ikki tørv á skrivitulki, men klára seg væl uttan.

Nógv verður granskað innan hoyriøkið, og er tað gleðiligt, serliga tá vælkvalifiseraði fólk, leggja alla sína vitan og orku í, fyri at so nógv sum gjørligt, skulu hava møguleika fyri, at liva eitt so vanligt lív sum gjørligt á líka fót við øll onnur.

Vit mugu ásanna, at tað mann kann í dag, hevði mann ikki droymt um fyri møguliga 10 árum síðani, og fyri okkum hevur tað týdning, at so nógv sum møguligt fáa tøkni, ið passar til teirra tørv, soleiðis at tey eru partur av samfelagnum á líka fót við øll onnur.

 Um eg sum mamma hevði átt eitt barn, ið var føtt við ongari ella lítlari hoyrn, og eg visti, at við at geva barninum eina skurðviðgerð, hevði barnið havt møguleika fyri, at samskift við meg og fingið eitt vanligt lív, eri eg ikki í iva um, hvat eg hevði valt.

Tað má altíð vera rætturin hjá foreldrum at velja, um tey vilja gera tað besta fyri barnið, og ikki fordómar o.l. ið stýrir kjakinum.

Hvat merkir orðið fordómur? Forútfata ofta negativ meining, sum er eyðkend av manglandi vitan ella sum er tikin á skeivum grundarlag, og sum mann ikki vil broyta.

Okkara vón er, at mann í Føroyum eins og í londunum rundan um okkum, tekur væl ímóti granskingini á økinum, ið er gjørd á serkønum grundarlag. Ikki av leikfólki, men av fólki, ið hava granska seinastu 30 árini innan økið, og hava ment økið ljósár fram í tíðina.

Vit í Hoyr vilja verða hoyrd á hesum týdningarmikla øki, tí vit vita, at tað virkar.

 

Vinarliga vegna Hoyr

 

Ása Olsen, forkvinna