Gerst limur
Hví skal eg verða limur? Sum limur ert tú við til at stuðla felagnum og nevndini í arbeiðinum fyri fólk, ið hava eitt hvørt hoyribrek.
Bílegg skrivitulk
Vitan
Vegleiðingar
Myndir
Tíðindi
Vís fleiri

Í døgunum 10-14 september luttóku umboð fyri Hoyr á Norðurlendskum fundi í Rovaniemi í Finnlandi.
09.15.2025
Fyri okkum hevur tað sera stóran týdning at uppliva, hvussu feløgini samstarva og deila vitan innan hoyriøkið.

30 ár við CI- Cochlear Implant í Danmar og Føroyum gevur nýggjar møguleikar fyri fólk við niðursettari hoyrn.
09.04.2025
Lone Percy Smith, Adjungeraður professari, PhD, MA Audiologopæd frá Center for Hørelse á Ríkissjúkrahúsinum og Bispebjerg hospital, hevði eina framløgu í Smæruni seinnapa…

Spennandi fyrilestur verður í Smæruni 3. september kl. 16.00.
08.31.2025
Tað er Lone Percy Smith, Adjungeraður professari, PhD MA Adiologpæd, ið heldur fyrilesturin. Evnið er 30 ár við CI-Cochlear implant í Danmark og Føroyum.
Felagið Hoyr vil saman við tær gera mun
HOYR er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn, avvarandi og onnur áhugað í Føroyum. Felagið varpar ljós á tær avbjóðingar, ið fólk hava, til tess at bøta um tær. Felagið arbeiðir fyri, at umstøðurnar skulu vera so góðar sum gjørligt.
Limirnir í nevndini hava ymiskar royndir, í mun til tað at hava niðursetta hoyrn. Vit svara fegin spurningum hesum viðvíkjandi.
Felagið skipar fyri árligum aðalfundi, evnisdøgum og samstarvar við hoyrifeløg í hinum norðurlondunum.
Limirnir í nevndini hava ymiskar royndir, í mun til tað at hava niðursetta hoyrn. Vit svara fegin spurningum hesum viðvíkjandi.
Felagið skipar fyri árligum aðalfundi, evnisdøgum og samstarvar við hoyrifeløg í hinum norðurlondunum.